Til fyri umleið tveimum mánaðum bar til at ringja til bilstøðirnar og fáa tær at senda ein bil fyri seg í Rúsuna at keypa.
Tey, sum brúktu hesa tænastu, vóru oftast fólk, sum drukku í meira lagi og ikki koyrdu sjálv. Tað vóru eisini tey, sum bara lógu inni og drukku og ikki vóru før fyri at fara út.
Men nú er henda tænasta ikki til longur. Í hvussu er ber ikki til at ringja til bilstøðirnar Auto og Bil og biðja tær senda ein bil i Rúsuna eftir einum fløsku ella báðum tveimum.
- Hatta hava vit gjørt av okkara eintingum, sigur Siggvard Joensen, stjóri í Auto.
Moralskar orsøkir
Hýruvognsførararnir í Auto høvdu leingi tosað um at steðga tænstuni serliga av moralskum orsøkum.
- Tað var heldur ikki serligt at skula koyra inn í túnið hjá fólki og so dragsa posar inn til teirra, sigur Siggvard Joensen.
Hann vendi sær til Bil, og har tóku eisini allir hýruvognsførararnir undir við at gera eina slíka avgerð.
- Sum millum fólk sum heild er hugburðurin millum hyruvognsførarar til rúsdrekka broyttur, sigur Jógvan Thomsen, stjóri í Bil.
Himmalskt
Báðir siga teir, at hýruvognsførarar mangan kendu seg illa, tá ið teir keyptu rúsdrekka fyri fólk.Teimum dámdi einki art fara í Rúsuna at keypa og enn verri at skula fara við fløskunum.
- Tað er himmalskt at vera sloppin frá hasi koyringini, sigur Siggvard Joensen.
Teir siga, at nøkur fólk hava verið óð, tá ið tey hava fingið at vita, at eingin hýrivognur kundi fara í Rúsuna fri tey. Men tær flestu afturmeldingarnar hava verið positivar. Serliga hava tað verið avvarðandi, sum hava verið fegin.
Sigvard Joensen sigur, at um nakar brýtur avtaluna, fær tað avleiðingar á staðnum. Tað er út úr felagnum beinanvegin.
Báðir stjórarnir nevna, hvussu týdningarmikið tað eisini er fyri umdømi hjá hýruvognsførarunum, at teir ikki longur gera slík ørindi fyri fólk. Nógv fólk hava havt ilt av, at teir hava hjálpt alkoholikarum at fáa hendur á rúsdrekka. Nú sleppa teir undan øllum illgitingum.
Koyra framvegis fólk í Rúsuna
Hýruvognsførararnir kunnu koyra fólk í Rúsuna at keypa og heimaftur, men teir fara ikki inn í Rúsuna at keypa fyri tey. Og koma fólkini út aftur úr Rúsuni og einki hava fingið, tí tey einki hava fingið, so verður tað so.
- Vit hildu tað vera okkara moralska skylda at gevast við at keypa sprutt fyri fólk, sigur Jógvan Thomsen.
Hann leggur aftrat, at bilstøðin krevur, at allir bilførarar skulu hava reina revsiváttan, og at teir halda tagnarskylduna.
Hvørgin kennir nakað til, at hýruvognsførarar keypa rúsdrekka inn undir seg og selja víðari, tá ið Rúsan er stongd. Teir hava tó hoyrt, at tað er hent onkuntíð fyrr í Havn.
Tað eru aðrir hýruvognsførarar í Havn enn teir, sum koyra hjá Bil og Auto. Hvønn politikk hesir hava við at keypa ella ikki keypa úr Rúsuni, vita stjórarnir ikki.
Teir vita heldur ikki, hvussu bilførarar aðrastaðni enn í Havn gera, tí teir hava ikki sett seg í samband við bilstøðir aðrastaðni í landinum.