Ingrid arbeiddi á Stella Maris vøggustovuni í Varðagøtu frá 1966 til 1977, tá hon fekk starv sum hjálparfólk á Dagrøktarskipanini hjá Tórshavnar Býráð. Dagrøktin varð sett á stovn trý ár framman undan, í 1974.
Saman við táverandi leiðaranum, Anniku Nielsen, vitjaði Ingrid heima hjá nógvum dagrøktarmammum í Havn. Miðskeiðis í 80-unum tók Ingrid við sum leiðari á Dagrøktarskipanini. Hetta starv røkti hon til 1997, tá hon ynskti at sleppa í annað starv sum skrivstovkvinna hjá Dagrøktarskipanini.
Í sínum starvi innan dagrøktina í Tórshavnar kommunu var Ingrid saman við øðrum við til at menna Dagrøktarskipanina til tað hon er í dag. Hon sigur, at hetta var ein spennandi tíð, og henni dámdi sera væl Dagrøktarskipanina sum sítt arbeiðspláss.
Ingrid er úr Havn, dóttir Jonu, f. Dal Christiansen, og Heina Jacobsen (Heina Kjøt)
Hon er gift Hildebrand Midjord, ættaður úr Lopra. Hildebrand hevur búð í Havn síðan 1952 og hevur koyrt býbuss í Havn í meira enn eina fjórðings øld. Tey eiga trý børn: Ritva, Ólavur og Heini. Barnabørnini eru 4 í tali.










