Givin at leita

Skipaða leitingin eftir tí 48 ára gamla Jens Frederiksen úr Havn, sum hevur verið burtur síðani seinasta týsdag, er nú steðgað. Løgreglan metir ikki, at nakað endamál er í at halda fram

? Vit hava onki spor at ganga eftir í hesum málinum. Maðurin er horvin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Leitað hevur verið eftir Jens Frederiksen bæði á sjógvi og landi, síðani mikudagin í farnu viku, og leitingin hevur hildið fram alla halguna. Men uttan úrslit.
Tórshavnar Bjargingarfelag, Froskmannafelagið, Brimil og tyrlan hava leitað, men onki hevur verið at sæð til mannin.
Og nú leitingin hevur staðið á í fimm dagar, hava myndugleikararnir gjørt av at steðga tí skipaðu leitingini.
? Vónirnar at finna mannin á lívi eftir fimm dagar, um hann enn er í landinum, eru sera smáar. Og hartil er eisini mark fyri, hvussu longi orka er til at leita, sigur vakthavandi.
48 ára gamli Jens Frederiksen var seinast sæddur við studentaskúlan í Hoydølum seinasta týsdag. Leitingin eftir honum byrjaði mikudagin, og hóast løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum halda seg hava sæð hann, so hevur tað ikki eydnast at spunnið ein tráð burturúr teimum upplýsningunum, sum eru komnir inn.
? Fimm daga leiting og upplýsingar frá fólki hava onki úrslit givið, og nú er skipaða leitingin steðgað, men sjálvandi vil tað altíð verða onkur, sum heldur fram, og vit fara sjálvandi eisini at hava eyguni við okkum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.