Sjey javnleikir á rað hava annars sent Manchester City úr fína selskapinum í toppinum av Premier League, men sigurin á Arsenal í Liga-Cup tykist hava blást nýtt lív í bláa liðið í býnum.
Emmanuel Adebayor fekk sín part av umrøðuni í dag, tá hann við sjálvmáli legði Chelsea á odda, áðrenn hann javnaði fyri Manchester City.
Fyrrverandi Old Trafford-favoritturin, Carlos Tevez, fekk síðani allan býin at fegnast, tá hann sendi fríspark beinleiðis í netið, og so var tað, at Given móti dystarenda stjól myndina, tá hann vardi fyri brotssparki frá Frank Lampard bara sjey minuttir fyri leiklok.
Við hesum tódnaði munurin í oddinum niður í tvey stig, tí fyrr um dagin hevði Manchester United vunnið tryggan 4-0 sigur á West Ham.
Úrslitini í Premier League í dag.
Portsmouth-Burnley 2-1
Arsenal-Stoke 2-0
Aston Villa-Hull 3-0
Blackburn-Liverpool 0-0
West Ham-Manchester United 0-4
Wigan-Birmingham 2-3
Wolves-Bolton 2-1
Manchester City-Chelsea 2-1