Giuliani hartar republikanararnar

Rudolph Giuliani, fyrrverandi borgarstjóri í New York, hartar nú sínar floksfelagar í republikanska flokkinum, tí teir sýta fyri at økja skuldina hjá tí almenna. Giuliani sigur, at endar tað við, at USA fer í gjaldssteðg, kann tað skaða republikanska flokkin tey næstu nógvu árini.

Republikanararnir vilja ikki økja skuldina hjá tí almenna uttan tilsvarandi sparingar. Demokratarnir eru sinnaðir at spara ein part, men siga, at ein partur skal koma frá meirri skatti frá teimum ríku. Tað seinna vilja republikanararnir ikki hoyra talan um.

Rudolph Giuliani hevur sagt, at hann umhugsar at royna at gerast valevni hjá republikanarunum á forsetavalinum næsta ár. Avgerðin kemur um miðjan september, sigur hann við Reuters.