Gitte Henning 1 kemur seinnapartin

Nýggja skipið hjá Varðanum, Gitte Henning 1, kemur seinnapartin á Gøtuvík og seinni á Runavík

Sunnudagin loysti skipið frá landi í Skagen.

Gitte Henning 1 verður eftir ætlan á Gøtuvík um 4 tíðina seinnapartin, har tað, sum siður er, fer at sigla tríggjar ferðir í ring. Havnin í Gøtu er í so trong til skipið.

Síðani gongur leiðin til Runavíkar, har høvi verður hjá almenninginum at fara umborð at síggja skipið. Tað verður frá klokkan 17 til 20.

Gitte Henning 1 fer at vera partur av flotanum hjá Varðanum, nú Tróndur í Gøtu fer at liggja við kai til komandi vár vegna maskinskaða.

Fyri at flyta føroysk fiskirættindi yvir á skipið, varð neyðugt at keypa skipið, og skráseta tað í føroysku skipaskránni. Avtala er gjørd um ein keypsáttmála við møguligum afturkeypi um eitt ár.

Gitte Henning er nýggjastu uppsjóvarskipunum í danska flotanum, og varð bygt í 2018.