Gittarlegendan Gary Moore varð í gjár funnin deyður í sínum hotelkamari í Costa del Sol, bert 58 ára gamal. Nú veit The Sun at siga hvør deyðsorsøkin var. Nevniliga, at Moore bleiv kvaldur í síni egnu spýggju, eftir at hava drukkið rættiliga nógv.
Ein sjúkrabilsførari sigur við The Sun, at ?vit vænta, at Moore hevði drukkið?, og ein kelda hjá The Sun í Kepinski Hotel í Estepona á Costa del Sol sigur, at ? tað vóru greið tekin um rúsdrekka á kamarinum?.
Tað var unnustan hjá Gary Moore, sum fann hann í hotelkamarinum klokkan fýra um morgunin.
Gary Moore spældi millum annað í Thin Lizzy, har tann upprunaligi sangarin í bólkinum, Phil Lynott, doyði í 1986, sum úrslit av einum áralangum misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum.
Eric Bell, sum Moore í sínari tíð avloysti í Thin Lizzy, sigur eftir deyðan hjá Moore við The Sun.
-Eg skilji tað ikki. Hann var so sterkur, og ikki eitt rokk-offur. Hann var ein sunnur maður, ein frálíkur gittarleikari og ein góður tónleikari.
Gary Moore er ikki tann fyrsti heimskendi gittarleikarin, sum er kvaldur í egnu spýggju. Eisini Jimi Hendrix hevði somu lagnu í 1970.









