Gita nú um dagar til boykott

Sild og makrelur úr Føroyum sleppur ikki inn á ES-marknaðin og kann heldur ikki umskipast í havnum í ES. Og uppsjóvarskip sleppa heldur ikki í ES-havnir. Sanktiónirnar móti Føroyum eru samtyktar, men enn er eingin dato settur á, nær tær koma í gildi

Eins og væntað tók ein breiður meiriluti av limalondunum í ES undir við at seta í verk handilstiltøk móti Føroyum, tá málið var fyri í serligu fiskivinnunevndini hjá ES. Men enn er eingin dato settur á, nær tiltøkini koma í gildi. Ein teknisk gjøgnumskriving av lógaruppskotinum skal gerast fyrst.
Men hóast tann gjøgnumskrivingin kann broyta eitt sindur, so stendur greitt, at sild og makrelur úr Føroyum sleppur ikki inn á marknaðirnar í ES. Eisini stongir ES sínar havnir fyri transit av sild og makreli til aðrar marknaðir uttanfyri Evropeiska Samveldið. Tað kann í sær sjálvum geva føroyskum útflytarum ein praktiskan trupulleika, tí uppsjóvarfiskur, ið verður seldur til Afrika, verður oftast umskipaður í hollendskum havnum.
Hinvegin er líkt til, at boykottið ikki fer at fevna um innflutning úr ES til Føroya av skipum og útgerð til skip, sum fiska makrel og sild.

Dagurin
Fleiri hava roknað við, at tiltøkini móti Føroyum fóru at koma í gildi innan eina viku eftir samtyktina í fiskivinnunevndini hjá ES. Men so verður ikki. Bíðað verður eftir teknisku gjøgnumskrivingini av lógarheimildini. Sambært landsstýrinum kunnu tað tí ganga nakrar vikur, áðrenn ES Kommissjónin setir tiltøkini í verk.
- Út frá tí, sum vit hoyra nú, verða tiltøkini sett í verk um mánaðarskiftið august-september, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Tað gevur landsstýrinum eina framhaldandi vón um at kunna sleppa undan revsitiltøkunum, vísandi til samráðningarfund, ið er avtalaður fyrst í september.
Eisini í donsku stjórnini gevur aktuella støðan, har eingin dato framvegis er settur á sanktiónirnar, eina spinkla vón um at sleppa undan.
- Undir øllum umstøðum tulki eg støðuna soleiðis, at vit hava fingið eitt eyka skotbrá. Og tað skotbráið mugu vit brúka aktivt fyri at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, sigur Mette Gjerskov.
Í samrøðu við Rás2 mikudagin ásannaði danski matvøruráðharrin, at vónin um at finna eina samráðingarloysn og harvið sleppa undan sanktiónum er spinklari enn áðrenn samtyktina í fiskivinnunevndini í ES.
- Men bara tað at eingin dato er settur á, nær sanktiónirnar koma í gildi, velji eg at tulka sum eitt signal um, at man er til reiðar at samráðast. Og tað haldi eg, at partarnir áttu at tikið til sín og komið aftur til samráðingarborðið, sigur Mette Gjerskov.
Í samrøðuni við Rás2 staðfesti Mette Gjerskov enn einaferð, at Danmark noyðist at fylgja meirilutaavgerðini í ES og áseta somu sanktiónir móti Føroyum sum hini londini í ES.

Samráðingar
Í kjalarvørrinum á samtyktini í fiskivinnunevndini hjá ES sendi Løgmansskrivstovan út tíðindaskriv, har landsstýrið fordømdi avgerðina.
Eisini sigur landsstýrið seg undrast á, at tiltøkini nú eftir øllum at døma verða sett í verk, um sama mundið sum nýggjar samráðingar eru avtalaðar millum strandalondini.
- Vit hava avtalað fund fyrst í september. Og tí er tað ótrúliga undarligt, at ES brúkar hetta ólógliga amboðið, sum handilstiltøkini eru. Í staðin átti ES at komið aftur til samráðingar, soleiðis sum man hevur skyldu til sambært altjóða lóg. Men tað fer at síggja meira og meira undarligt út, at tiltøk verða sett í verk, kanska dagin fyri at strandalondini hittast at umrøða býtið fyri 2014, sigur Jacob Vestergaard.
Jacob Vestergaard sigur seg framvegis hava vónir um, at fundurin millum strandalondini, sum er avtalaður at vera fyrst í september, kann slóða fyri einum nýggjum og eftir føroyskum tykki meira rættvísum býti av uppsjóvarfiskinum í norðuratlantshavi.


..

Reaktiónirnar

Sum vera man eru reaktiónirnar ymiskar í kjalarvørrinum á avgerðini í fiskivinnunevndini hjá ES. Damanaki og uppsjóvarvinnan í ES eru nøgd, meðan landsstýrið fordømir avgerðina

Jón Brian Hvidtfeldt

Fiskivinukommisserurin hjá ES, Maria Damanaki, var nøgd eftir at greiður meiriluti av fiskivinnunevndini hjá ES hevði samtykt at seta í verk handilstiltøk móti Føroyum.
- Eg fegnist um, at nevndin stuðlar áheitanini frá Kommissjónini um at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum. Havandi í huga álvaran í málinum og manglandi samstarvsviljan hjá føroysku myndugleikunum høvdu vit einki val, annað enn at taka neyðugu stigini fyri at tryggja eina burðardygga veiðu eftir sild, segði Maria Damanaki í almennari fráboðan mikudagin.
Í fráboðanini vísir fiskivinnukommisserurin enn einaferð á, at Føroyar hava trífaldað sína kvotu, og tað gongur út yvir fiskastovnin.
Samtyktin í fiskivinnunevndini hjá ES verður nú løgd aftur fyri Kommissjónina, sum sambært Damanaki fer at taka endaliga avgerð seinni í august.
Avgerðin hjá fiskivinnunevndini hjá ES fellur í góða jørð hjá uppsjóvarvinnuni í ES, sum longu er farin at rógva framundir, at longu samtyktu tiltøkini eiga at vera herd uppaftur meira.
Á hinum bógnum var landsstýrið mikudagin úti við eini fordøming. Í fráboðan úr Tinganesi segði løgmaður millum annað soleiðis:
- Tað er stuttskygd og illa umhugsað av ES at taka eitt tílíkt ólógligt stig móti einum av sínum nærmastu, evropeisku grannum og samstarvsfeløgum. Føroyar eru møguliga smáar, men vit liggja strategiskt væl fyri og eru ein týðandi aktøkur í samband við uppsjóvar fiskastovnunum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Eg havi ilt við at síggja, hvat endamál hesi tiltøk hava, annað enn at verja áhugamáliðni hjá fiskivinnuni í ES.