Gistingarnar í Føroyum økjast

Fyrsta ársfjórðing vóru yvir 1000 gistingar fleiri í Føroyum enn somu tíð í fjør

Fyrsta ársfjórðing vóru yvir 1000 gistingar fleiri í Føroyum enn somu tíð í fjør.

Tað vísir uppgerð, sum Hagstova Føroya hevur gjørt.


Tað vóru 21.395 gistingar í ferðavinnuni fyrsta ársfjórðing í ár. Tað eru 1.058 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, og 930 fleiri enn sama tíðarskeið fyrraárið, tá sólarmyrkingin var. Havast skal eisini í huga, at í fjør vóru páskirnar í mars, men í ár vóru tær í apríl og sostatt uttan fyri fyrsta ársfjórðingin.

 

Tríggir fjórðingar av gistingunum áttu ferðafólk úr Føroyum og Danmark, men størsti vøksturin var hjá ferðafólki úr Íslandi.

Verður hugt eftir gistingarhátti, var bert vøkstur hjá gistingarhúsum, meðan stór minking var í leigu av íbúð/húsi og í kamping.

 

Verður hugt eftir bústaðarlandi, hagani fólkini koma, var nógv størsti parturin, 43%, føroyingar sjálvir og 33% ferðafólk úr Danmark. Nógv størsti vøksturin var frá fólki úr Ísland og størsta minkingin úr Bretlandi.