Ein sálarsjúkur maður, sum var vápnaður við byrsu, tók í dag tveir ella tríggjar gíslar á einum posthúsi í París.
Tað eydnaðist løgregluni at fáa mannin at yvirgeva seg uttan samanbrest, og eingin fekk skaða av tilburðinum. Gíslatøkan vardi tveir tímar.
Sambært tíðindastovuni AFP er talan ikki um yvirgangsálop, og hendingin hevur einki samband við álopið á satirublaðið Charlie Hebdo í farnu viku.
Løgreglan sigur, at talan um ein gamlan kenning, sum hevur havt sálarligar trupulleikar.