Ægir Stevnan 2005

Svimjikapping var um vikuskiftið 12 og 13 feb. í Klaksvík

Svimjing
Hetta var kapping fyri bólkarnar 4 og eldri, tað vil siga svimjarar frá 13ár og upp eftir.
32 kappingar vórðu svomnar og sigurharri aftur hesaferð gjørdist Fuglafjarðar Svimjifelag.

Samlaða úrsliti gjørdist :
GullSilvurBronsa
Nr. 1 Fuglafjarðar Svimjifelag2176
Nr. 2 Tvøroyrar Svimjifelag1485
Nr. 3 Ægir1183
Nr. 4 Havnar Svimjifelag5310
Nr. 5 Flot250
Nr. 6 Skeggjar184
Nr. 7 Vágs Svimjifelag165

Tvey nýggj føroysk met blivu sett í Klaksvík, tað eina setti Elspa Mørkøre úr FS í 200m rygg svimjing, tíðin var 2.26.73, hetta var eisini bólkamet í bólki 4.
Natalia Reinhardt setti nýtt føroyskt met í 200m firvalds svimjing við at svimja teinin við tíðini 2.30.01, hetta var eisini bólkamet. Somuleiðis var hetta so gott at Natalia svam undir kravtíðina til Oyggjaleikirnar í ár, og hon vann eisini trýggjar av kappingunum um vikuskiftið.
Pauli Øssursson Mohr úr FS svam so góða tíð í 50 m frí svimjing at hann vann silvurnálina, tíðin varð 0,58,60, Pauli vann eisini fýra av kappingunum í Klaksvík
Kristian Olsen úr Ægir sum eisini hevur svomið undir kravtíðina til Oyggjaleikirnar hevði eitt gott vikuskiftið, hann vann ikki minni enn átta kappingar.
Elspa Mørkøre úr FS hevur eisini svomið undir kravið til Oyggjaleikirnar, hevði eisini góðar dagar í Klaksvík, hon vann seks kappingar.
Aðrir svimjarar ið kunnu nevnast fyri gott avrik í Klaksvík eru : Shaila millum Garðarnar , Sára Ejdesgaard úr TS og Jákup Øssursson og Karina Petersen úr FS , hesi vunnu tríggjar kappingar í part.
Umleið 50 svimjarar vóru við í kappingini
Næsta svimjikapping verður í Vági leygardagin 19 februar, og er hetta fyri yngru bólkarnar.