Ægir inn at bunkra

Vaktarskip

Íslendska vaktarskipið Ægir kom inn á Havnina fríggjamorgunin. Vit frætta av havnarskrivastovuni, at teir eru komnir inn at bunkra.
? Hesa tiðina av árinum hava teir vaktarøkið nær tí føroyska markinum, og teir fáa eisini bíligari olju her enn í Íslandi. Tí loysir tað seg betri hjá teimum at koma higar enn at fara til Íslands, sigur Johan Christiansen, havnarfúti.
? Soleiðis fáa teir eisini eina lítla útferð burturúr, og kunnu hitta starvsfelagar sínar á vaktartænastuni í Føroyum um teir hava hug til tess.