Gipsy Train konsert í Vestmanna

Stór páskakonsert við bólkinum Gipsy Train verður á Staðnum í Vestmanna í kvøld kl. 21.

Gipsy Train er ein nýstovnaður bólkur, ið er mannaður av unglingum úr bæði klassiska og rútmiska tónleikaumhvørvinum. Tónleikurin er ein blanding av sigoynaratónleiki og reinum rokki. Evsta mál hjá bólkinum er at fáa áhoyraran upp úr stólinum, sleppa øllum teymum og sláa seg leysan og hava tað stuttligt. Manningin í bólkinum er: Bárður Næs (sang), Rasmus Borðoy (sang og gittar), Ólavur í Búrstovu (keyboard, klarinett, melodika og sang), Vidar Dahl (trompet), Ólavur á Skipagøtu (bass) og Hans Andrias Gregoriussen (trummur).