Gipsy Train gevur út fyrstu fløguna

Fríggjadagin 11.11.11 gevur føroyski bólkurin Gipsy Train fyrstu fløguna út.

 

Hóast bólkurin bert hevur verið virkin í lítið meira enn eitt ár, hevur hann longu vunnið sær fjepparar uttanlands og kring alt landið.

 

-Við eyðkendu og fjølbroyttu manningini og ótemjandi orku á pallinum hava ungu sigoynararnir framført um alt landið. Harímillum telist ein framførsla á G! Festivalinum 2011 fyri einum fullsettum spæliplássi, greiður Tutl frá.

 

Tónleikurin kann lýsast sum orkumikil rokk-tónleikur, ið meira enn so hevur røtur í baltiskum ljóðum og pumpandi ska-rytmum við einum sigoynarakendum huglagi.

 

Fløgan kallast The Flying Dutchman og verður sett til sølu 11.11.11.

 

Í tí sambandi verður fløgulurting í Tutl sama dagin, har øll eru vælkomin oman at fáa sær eina øl ella ein kaffimunn. Tónleikurin verður at hoyra frá kl. 16.30.

 

Harumframt er ráðiligt at halda eitt vakið eyga við eina útgávukonsert, sum Gipsy Train fer at kunngera í næstum.

 

Hesum boðar Tutl frá.