Giorgia Meloni kann gerast nýggjur stjórnarleiðari í Italia

Um tað eydnast Giorgia Meloni at skipa eina stjórn, verður hon fyrsta kvinna, sum verður forsætisráðfrú í Italia.

 

»Takk Italia«, stendur á skeltinum, sum Giorgia Meloni við stórum smíli vísti fram valnáttina. - Foto: Guglielmo Mangiapane/Reuters

Giorgia Meloni, sum er forkvinna í flokkinum Brøður Italia, hevur góðar møguleikar fyri at gerast næsta forsætisráðfrú í Italia.

Í nátt segði hon, at italska fólkið hevur givið henni stuðul til eina stjórn við flokki hennara, Brøðrum Italia, á odda.

Um so verður, so verður hon fyrsta kvinna, sum verður forsætisráðfrú í Italia nakrantíð.

Niðanfyri sært tú meira um italska stjórnarleiðaran.

Navn: Giorgia Meloni.

Aldur: 47 ár, fødd 15. januar 1977.

Føðistaður: Rom.

Dóttir Francesco Meloni og Onnu Paratore. Pápin, sum var vinstrasinnaður, fór frá familjuni og flutti til Kanariuoyggjar, tá Meloni var eitt ára gomul.

Tjóðskapur: Italskur

Yrkisleið:

* Meloni fekk áhuga fyri politikki sum 15 ára gomul og meldaði seg inn í ungdómsflokkin hjá einum neofasistiskum flokki, sum ein ráðharri í stjórnini hjá einaræðisharranum Benito Mussolini hevði stovnað.

* Í 2006 tilnevndi Silvio Berlusconi hana til fyrsta politiska starv hennara.

* Í 2008 gjørdist hon bara 31 ára gomul yngsti stjórnarlimur í Italia nakrantíð, tá Berlusconi tilnevndi hana til ítróttar- og ungdómsmálaráðfrú.

* Í 2012 stovnaði hon flokkinum Brøður Italia.

Privat: Meloni er ikki gift, men hevur eina dóttur frá 2006 saman við italskum sjónvarpsjournalisti.

Frítíðarítriv: Meloni lýsir seg sjálva sum venjingarbundna. Hon rennur nógv og sigur, at hjarta hennara verður til ein trykkkókara, um hon ikki rennur.

Keldur: The Guardian, BBC, og Politico.

/ritzau/

 


 

 

»Takk Italia«, stendur á skeltinum, sum Giorgia Meloni við stórum smíli vísti fram valnáttina. - Foto: Guglielmo Mangiapane/Reuters