Hósdagin komu skótar úr Fuglafirði til Vágs. Teir høvdu frætt um forvitnisliga ætlan hjá skótum í Vági. Ætlanin var at ganga úr Sandvík til Vágs og so varð gjørt.
Nátt í fjósi
Hóskvøldið lógu tey nátt í skótahúsinum í Vági. Fríggjamorgun árla fóru tey til Sandvíkar, har túrurin byrjaði. Móti kvøldið vóru tey komin til Trongisvágs. Har lógu tey nátt. Við fjósið hjá Peturi Karl av Rana vórðu tjøld sett upp og leiðararnir reiddu sær ból á fjósloftinum.
Leygarmorgun varð hildið avtsað aftur. Seint seinnapart komu tey móð og troytt, men fegin, oman úr haganum og mjørkanum til Vágs. Gingið varð eftir gomlu varðagøtunum og tá tey nærkaðust Vági vóru el-linjurnar eisini stór hjálp. Sum onkur tók til, so høvdu tey gingið tað mesta av oynni, men eisnki sæð vegna mjørka.
Í Skótahúsinum í Vági bíðaðu pannukøkur og køkur teimum troyttu vallarunum.
Túrurin var ein sonevnd Haik, sum skótar nevna tað. Ymsar uppgávur skuldu loysast, m.a. skuldi teinurin verða minst 50 kilometrar, gangast skuldi eftir varðum o.s. fr. Fyri avrikið fáa skótarnir ávíst prógv.
Skótarnir í Vági eru nú bodnir til Fuglafjarðar, tá tað nærkast jólum, har ein haik er á skránni.










