Gingrich og Perry ov fáar undirskriftir

Republikanski flokkurin í USA kunngjørdi í dag, at Newt Gingrich og Rick Perry kunnu ikki stilla upp á uppstillingarvalinum í statinum Virginia, tí teir hava ikki megnað at savna nóg nógvar undirskriftir fyri at kunna stilla upp.

Politiskir eygleiðarar siga, at hetta er serliga óheppið fyri Gingrich, sum er fyrrverandi formaður í Unboðsmannatinginum, og sum eisini býr í Virginia.

Fyri at kunna stilla upp í Virginia, skal eitt valevni savna minst 10.000 undirskriftir. Bæði Gingrich og Perry siga við Washington Post, at teir hava latið meiri enn 11.000 undirskriftir inn, men tað avsannar flokkurin.

Uppstillingarvalið í Virginia verður tann 6. mars. Frammanundan verður uppstillingarval í Iowa og New Hampshire.