Borðtennisspælararnir byrjaðu við liðkappingini sunnudagin, og har gekk bæði gott og ringt. Føroyar byrjaðu kappingina móti Isle of Wight, sum er ein av sterkastu londunum í kappingini, og teir hava millum annað tann rættiliga suverena Carl Prean á liðnum. Hann er tryggur vinnari í einmansleikinum og styrkir sum vera man eisini væl um liðið hjá Wight, ella Anglesey, sum oyggin beint sunnan fyri Ongland eitur.
Føroyar taptu 0-7 móti Isle of Wight, men betur gekk í næsta dystinum móti Orkney. Har vunnu Føroyar 7-0 uttan stórvegis trupulleikar. Hesir báðir dystirnir vóru avgreiddir fyrrapartin sunnudagin, og síðani var ein lítil steðgur til nakað út á seinnapartin, tá føroyingarnir skuldu dystast móti Guernsey. Tað var væntandi, at hetta fór at verða ein tættur dystur, og so varð. Men tá avtornaði, var Guernsey omaná 5-2. Kjartan Eli Hentze vann báðar sínar dystir, men Petur Niclasen var eisini nær við at vinna annan av sínum dystum. Hann førdi 19-13 í tí eina settinum, men tapti 20-22!
Dysturin móti Guernsey var rættiliga avgerandi, og tað munaði ikki so nógv, at Føroyar endaðu sunnudagin við at vinna 5-2 á grannum okkara úr Hetlandi. Her vunnu Bergur Jacobsen og Kjartan Eli Hentze tveir dystir í part, og fimti sigurin kom í blandaða tvímansleikinum, sum Paula Eikhólm og Kjartan Eli vunnu.
Gekk sum væntað
Sum heild var úrslitið nakað tað, ein kundi vænta. Tað var væntað, at Føroyar fóru at tapa móti Isle of Wight og vinna á Orkney og Hetlandi, og roknað varð eisini við, at dysturin móti Guernsey fór at gerast tann avgerandi. Mánadagin skuldi føroyska liðið spæla um 5. plássið móti Grønlandi, og har skuldi ligið fyri at fingið okkurt burturúr.
Týsdagin byrja so einmansleikirnir, og her eru vónirnar heilt hampuligar. Bergur Jacobsen sigur, at tað sum vera man fyrst og fremst er Kjartan Eli Hentze, sum skuldi havt góðar møguleikar. Hann vann silvur fyri tveimum árum síðani á Jersey, har hann tapti í finaluni móti áðurnevnda Carl Prean av Isle of Wight. Bergur heldur annars, at kvinnurnar (Paula Eikhólm og Elinborg Nygaard) eisini skuldu havt møguleikar fyri góðum úrs-liti. Hinir føroysku borðtennisspælararnir eru Bergur Jacobsen, Kjartan Eli Hentze, Peter Niclasen og Hans Hammer.