Ein maður rændi í dag gimsteinar fyri 300 milliónir krónur av eini smúkkuframsýning í franska býnum Cannes, sigur tíðindastovan AFP ambært dr.dk.
Á alljósum degi trokaði vápnaði maðurin seg inn í framsýningarhølið á Carlton Hotel á fronsku miðjarðarstrondini, har hann rændi dýru gimsteinarnar og slepti sær burtur við teimum.
Cannes er kendur fyri filmsstevnuna, sum verður hildin í býnum hvørt ár við nógvum av teimum ríku og kendu.
Umsitingin á Carlton Hotel vil ikki gera viðmerkingar til hendingina. So einki fæst at vita um, hvussu maðurin kundi sleppa avstað við gimsteinum fyri 300 milliónir krónur.
Á filmsstevnuni í mai stjólu tjóvar smúkkur fyri 1,4 millionir dollarar, nærum átta milliónir krónur, frá einum øðrum gistingarhúsi í býnum. Smúkkurnar skuldu verða útlæntar filmstjørnum á filmstevnuni.
Tað var ein amerikonsk kvinna - starvsfólk hjá sveitsiska gimsteinahandlinum Chopard - sum ta ferðina hevði dýru prýðislutirnar í varðveitslu í einum pengaskápi á hotellkamarinum. Tjóvarnir høvdu brotið pengaskápið upp og vóru rýmdir við fonginum, meðan kvinnan var úti.










