Gimmi Olsen virk­andi sókn­ar­prest­ur í Suð­ur­streym­oyar eyst­ara prestagjaldi

Á felags kirkjuráðsfundi 27. januar innstillaðu kirkjuráðini í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi Gimma OIsen til virkandi sóknarprest

Fólkakirkjan skrivar í morgun, at lýst hevur verið eftir vikari at røkja sóknarprestatænastuna hjá Mariu J. Niclasen, dómprósti, fram til 31. juli 2026.

 

Tænastan hjá dómprósti, ið nemur Nólsoyar kirkju og Havnar kirkju, er hálv tíð.

 

Sum eina royndarverkætlan verður Gimmi Olsen eisini at røkja Sandoyar prestagjald í hálva tíð, saman við Havsteini Klein, sóknarpresti í Sandoyar prestagjaldi.

 

Tvær umsóknir vóru til kallið sum virkandi sóknarprestur.

 

Gimmi kemur at skipa tænastuna saman við sóknarprestunum í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi og Sandoyar prestagjaldi.