Nakrar dagar inn í desember mánaða er vanligt at sleppa veðragjólvingum út, soleiðis at teir kunnu sikra framtíðar seyðahald í Føroyum.
Um tað mundi, tá veðragjólvingarnir vóru sleptir út í fjør, kom táverandi løgmaður Edmund Joensen, í tankar um, at hann skuldi fara at kanna, hvussu tað var við heimildini at selja strandfaraskipið Teistan.
Henda kanning vardi tó ikki so leingi. Eftir at undirritaði hevði almannakunngjørt skriv, har sami Edmund Joensen váttaði, at undirritaði hevði fulla heimild til at undirskriva øll skjøl í sambandi við sølu av Teistanum, bórust skjótt tíðindini um, at alt var í fínasta lagi.
Nú fyrstu veðragjólvingarnir eru farnir út í ár, kemur sami maður undan kavi, men nú sum formaður í landsstýrismálanevndini.
Nú skal kannast, um undirritaði gjørdi nakað galið, tá Tummas Arabo bleiv sagdur úr starvi.
Orsøkin skal vera tann, at Tummas Arabo hevur fingið eitt endurgjald uppá 230.000 krónur.
Edmund Joensen veit fullvæl, at einhvør uppsøgn kostar eitt ella annað endurgjald. Í so máta er henda sakin ikki øðrvísi enn aðrar.
Undirritaði hevur ikki sæð semjuna, sum gjørd er í sakini, men sá í sínari tíð stevningina frá verkfrøðingafelagnum.
Stevningin var ikki fyrst og fremst ímóti undirritaða, men móti táverandi løgmanni, núverandi formanni í landsstýrismannanevndini, Edmund Joensen.
Vónandi verður úrslitið av hesi kanningini ikki eins ranglut og veðragjólvingarnir eru tað, tá teir aftur koma á básin at standa.
Sámal Petur í Grund









