Tað gongur væl hjá føroyska landsliðsleikaranum, Gilla Sørensen, í løtuni. Seinasta sunnudag kom Gilli Sørensen á vøllin, tá AaB spældi á útivølli móti Brøndby.
Og í gjár, framdi føroyski landsliðsleikarin enn eitt gott avrik, tá hann kom á vøllin tjúgu teir seinastu minuttirnar í dystinum móti OB. Støðan var tá 2-0 til gestirnar úr OB, og AaB trýsti fyri at koma inn aftur í dystin. Sum heild kom Gilli væl inn í dystin, og var millum teir mest eyðsýndu hjá AaB seinastu løtuna. Millum annað hevði Gilli ein sera góðan møguleika, sum tíverri ikki fór í málið.
Men dysturin endaði við, at gestirnir úr OB vunnu 2-0.
Hetta er fjórði dysturin á rað, at Gilli Sørensen hevur fingið spælitíð fyri donsku meistararnar, og Gilli er nøgdur við gongdina, sum hon er í løtuni.
- Eg eri nøgdur við gongdina í løtuni. At koma inn og gera okkurt gott hvønn dyst. Í gjár rósti venjarin hjá mær eftir dystin, so eg vóni at eg kann byrja onkran av teimum seinastu dystunum fyri AaB.
Hæddarpunkt frá dystinum millum AaB og OB kunnu síggjast her.