Samstundis sum norskir myndugleikar hava handtikið Tom Hagen í stóra ”Hagen-málinum”, hevur norska ítróttasambandið, NIF, sent umbøn til landsinsleiðslu um at fótbólturin sleppur í gongd aftur 15. juni.
Millum spælararnar í Elituseriuni er føroyski landsliðsspælarin, Gilli Rólantsson, sum spælir við Brann. Málið er at besta deildin sleppur í gongd at venja frá 4. mai, meðan landskappingin byrjar 15. juni, sigur NIF.
- Sum eina fyrstu roynd til at lata upp ynskir NIF og norska Fótbóltssambandið, NFF, at gera eina roynd, sum er innanfyri smittureglugerðina, har fótbólturin byrjar aftur. Royndin skal eftirkannanst leypandi og royndirnar við fáa av hesum, skulu brúkast til at kanna hvussu tað kann latast upp fyri ítróttinum aftur, skrivar NIF sambært norska blaðnum VG.
Víst verður eisini í skrivinum, at fótbóltsfeløgini hava fíggjarliga orku til at halda allar reglugerðir og fyrilit.











