AaB spældi í dag fyrsta venjingardystin í ár. Millum teir 11, sum vóru við frá fyrsta bríksli, vóru bæði Gilli Sørensen og Hallur Hansson.
Dysturin var móti AC Horsens, og tað gingu ikki meira enn 11 minuttir, áðrenn Gilli hevði lagt AaB á odda. Undan steðginum økti Lukas Spalvis til endaliga úrslitið, 2-0.
Gilli Sørensen og Hallur Hansson vóru eftir avtalu útskiftir í hálvleikinum, tá heilt nýtt lið kom á vøllin fyri AaB.