Eftir at hava bart seg til at fáa møguleikan í AaB kom tað dátt við, at Gilli Sørensen í landsdystinum ímóti Grikkalandi síðsta mánaða mátti lata seg útskifta tíðliga í dystinum. Orsøkin var tann, at hann hevði fingið eina fipurspreinging.
- Kanska var tað ov nógv venjing, sum førdi til skaðan. Eg vandi meira enn hinir í 12-14 vikur og fekk eisini kjansin av tí sama, men so hendur slíkt. Hatta er ein partur av spælinum, sigur Gilli, sum tó roynir at taka tað súra við tí søta.
- Tað er ótrúliga spell at missa pre-season aftur, tí nú eru hinir so at siga komnir í form, meðan eg skal byrja frá 0. Men eg veit hvat skal til og eg ivist onga løtu í, at eg komi aftur sterkari enn áðrenn, sigur hann.
Teir eru byrjaðir at venja aftur í Danmark, men enn er Gilli ikki komin aftur á vøllin at venja. Tíbetur bendir alt á, at tað ikki gongur long tíð áðrenn hann aftur venur við fullari ferð.
- Tað gongur rætta vegin, men tað er umráðandi at ansa eftir at byrja við. Eg fari at venja við bólti í komandi viku og vóni at sleppa at venja við hinum róliga. Einar 14 dagar, so skuldi eg verið klárur at renna 100%, sigur Gilli.
Eftir at skaðin er lagdur um bak, er málið at sleppa at spæla við aftur.
- Sjálvandi vil eg gjarna inn at spæla fast, men fyrst og fremst vil eg arbeiða hart fyri at koma fyri meg aftur 100%. Málið er sjálvandi at spæla meira enn í fjør, og nú veit eg eisini akkurát hvat skal til fyri at fáa kjansin, sigur Gilli Sørensen.
Fyrsti dystur hjá AaB í nýggja kappingarárinum verður mánakvøldið í næstu viku, tá ið Esbjerg kemur á vitjan.