Eftir tveir dystir í byrjunaruppstillingini á besta liðnum hjá AaB, var Gilli Rólantsson aftur á beinkinum í gjár, haðani hann hugdi eftir liðfeløgunum vinna heili 6-0 ímóti Hobro.
Men Gilli hevur longu gjørt sítt til fyri at prógva, at hann eigur at fáa møguleikan aftur í Superliguni. Í dag var hann nevniliga avgerandi leikarin fyri eykaliðið hjá AaB.
Í Reserveholdsturneringen vann AaB í dag 1-0 ímóti Randers, og tað var Gilli, sum skeyt málið og harvið gjørdist sigursharri. Málið skeyt hann við hørðum fløtum skoti longu í 5. minutti.
Næsti Superliga-dystur hjá AaB verður hósdagin á útivølli ímóti SønderjyskE.