Gilli Rólantsson hevur fingið ein kondisúkklu heim í íbúðina, nú hann situr í sóttarhaldi í Bergen. Føroyski landsliðsspælarin hevur verið í samband við ein, ið er testaður positivur fyri koronu. Hann verður noyddur at súkklað eitt Tour de France, meðan hann bíðar at læknin góðkennur, at hann kann sleppa at venja við aftur.
- Eg havi fingið eina innandura súkklu heim her frá felagnum. Eg má royna at fáa nakrar túsund kilometrar í beinini áðrenn eg komi aftur til venjing, sigur Gilli Rólantsson.
Føroyski landsliðsspælarin hevur at kalla ikki verið partur av hópinum undir gamla venjaranum. Brann hevur nú sett nýggjan venjara. Talan er um 54 ára gamla Kåre Ingebrigtsen. Hann avloysir Lars Arne Nilsen, sum bleiv koyrdur fyri kortum. Sáttmálin er galdandi fram til endan á 2022.
Tí kemur hetta illa við hjá trongisvágsinginum, sum nú hevði ein møguleika at byrja á nýggjum. Nýggi venjarin, Kåre Ingebrigtsen, hevur áður vunnið trý meistaraheiti og tvær steypakappingar við Rosenborg.
##med2##
Seinasta liðið Kåre Ingebrigtsen vandi var kýpriotiska liðið, Apoel Nicosia. 54 ára gamli venjarin hevur eisini vant Oostende í Belgia. Sum spælari spældi Kåre Ingebrigtsen fleiri ár við Rosenborg. Hann spældi eisini við Lillestrøm, og hann royndi seg við Manchester City, har hann spældi 15 dystir.
Í Brann Bergen vænta tey, at Kåre Ingebrigtsen sum stendur fyri einum offensivum spælistíli, er júst tann rætti høvuðsvenjarin hjá felagnum. Hann brúka vanliga eina 4-3-3 spælskipan.