Gilli og Sonni Ragnar liggja á odda

Tríggir sigrar, ein javnleikur og eitt tap vóru úrslitini hjá føroyingafeløgunum í Noregi hetta vikuskiftið.

 

Brann og Gilli Rólantsson vunnu 1-0 á útivølli móti Sandefjord, og hava fingið sær eina lúku ovast á stigatalvuni. Brann hevur 19 stig eftir fyrstu sjey dystirnar. Rosenborg á øðrum plássi, hevur 14 stig. Gilli spældi allan dystin í gjár, men hesaferð afturi á vinstra bakki. Hann hevur annars spælt nógv sum vongspælari seinastu tíðina.

 

Sandnes Ulf og Ári Mohr Jónsson spældu 0-0 á heimavølli móti Jerv. Sandnes Ulf hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið og liggja á triðja plássið eftir fyrstu fimm umførini, við 11 stigum.

 

Florø hjá Patriki Johannesen tapti í gjár 3-1 móti Åsane. Patrik Johannesen spældi tó ikki við, tí hann er langtíðarskaddur. Florø liggur á 11. plássi, við fýra stigum eftir fimm dystir, bara eitt stig oman fyri niðurflytingarstrikuna.

 

Triðja føroyingafelagið í næstbestu norsku deildini, Aalesund hjá Sonna Ragnar Nattestad, vann leygardagin 3-1 á útivølli móti Kongsvinger. Føroyski landsliðsmiðverjin spældi allan dystin. Aalesund liggur á odda í næstbestu norsku deildini við 13 stigum fyri fyrstu fimm dystirnar.

 

Bryne hjá Rógva Baldvinsson, sum spælir í triðbestu norsku deildini, vann 2-0 á heimavølli móti Kjelsaas. Bryne liggur á fimta plássið, við fimm stigum eftir tríggjar dystir.