Tað gongur væl hjá Gilla R. Sørensen og hansara liðfeløgum í Odd í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Í dag vunnu Gilli og liðfelagarnir stórsigur 5-1 á Strømsgodset á heimavølli. Talan er um triðja sigurin á rað hjá Odd.
Vebjørn Hoff legði Odd á odda longu í fyrsta minutti. Tá 20 minuttir vóru farnir økti Filip R. Jørgensen til 2-0. Seks minuttir seinni minkaði Strømsgodset um munin til 2-1.
Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður fyrrenn Vebjørn Hoff økti til 3-1. Conrad Wallem økti til 4-1 tá 83 minuttir vóru farnir av dystinum. í 88. minutti staðfesti Abel Stensrud sigurin.
Gilli fekk 72 minuttir á vøllinum í dag.
Í seinastu 11 dystunum í bestu deildini hevur Odd sjey sigrar, tríggjar javnleikir og bert eitt tap.
Odd liggur á einum sætta plássi við 44 stigatali. Bert málmunurin skilir Odd frá fimta plássinum, har Vålerenga eisini hevur 44 stig, men betri málmun.
Komandi sunnudag endar Odd eina góða kapping á útivølli móti Viking Stavanger. Um úrslitini laga seg kann Odd tryggja sær fimta plássið.