Føroyski landliðsleikarin, Gilli R. Sørensen, hevur fingið eina góða byrjan uppá nýggja kappingarárið í norskum fótbólti. Hann er byrjaður inni í báðum dystunum hjá Brann hesi bæði fyrstu umførini, og í gjár varð hann av VG valdur til at vera dagsins leikari í dystinum móti Strømgodset.
Í dag hevur VG eisini valt besta liðið fyri hetta farna umfari, og har hevur eisini verið pláss fyri føroyska leikaranum, Gilli Rólantsson, sum hevur fingið pláss sum vinstri kantur á liðnum.
VG skrivar um Gilla:
- Varð keyptur inn sum høgri bakkur, men endaði sum vinstri kantur. Var nær við at skora í dystinum í gjár og hevði fleiri lúmsk innlegg.
Gilli Rólantsson Sørensen og Brann hava fingið eina fína byrjan uppá norsku kappingina og liggja nummar fýra eftir fyrstu tvey umførini.