Gilli kann fáa møguleikan

Kappingarneyti um plássið á vinstra bakki verður møguliga ikki við aftur í ár.

Gilli Rólantsson fekk herfyri tveir dystir í byrjunaruppstillingini hjá AaB, men seinasta dyst í Superliguni var hann aftur á beinkinum. Plássið á vinstra bakkið, har Gilli spældi, tók Jakob Ahlmann sær av.


Jakob Ahlmann hevði sitið úti við skaða í longri tíð, og tí fekk m.a. Gilli møguleikan á tí plássinum. Nú vísir tað seg, at Jakob Ahlmann aftur er vorðin skaddur. Tað er sami knæskaðin, sum argar, og tað er vandi fyri, at hann ikki verður við aftur í 2015.


Tískil skal AaB finna ein nýggjan mann til plássið á vinstra bakkið, tá ið teir í morgin fara á vitjan hjá SønderjyskE. Gilli Rólantsson er úttikin til dystin, sum byrjar kl.17.00 føroyska tíð og verður vístur beinleiðis á TV3 Sport 1.