Í morgun fór superligu hópurin hjá AaB á venjingarlegu í Poetugal. Steðgurin suðuri í hitanum verður í tíggju dagar. At tað er kapping um plássini á besta liðnum sæst aftur í, at tað eru 26 spælarar við á venjingarleguni, og onkur er eftir heima orsaka av persónligum umstøðum.
Millum teir 26 er Gilli Sørensen. Fyrrverandi TB og B36 spælarin hevur verið í Aalborg síðani eina ferð í heyst. Síðani á nýggjárinum hevur AaB spælt fleiri venjingardystir, og Gilli Sørensen hevur fleiri ferðir havt høvi at vísa, hvør dugur er í honum.
Síðsti venjingardysturin undan fráferðini til Portugals var fríggjadagin, tá ið AaB spældi tríggjar ferðir 45 minuttir ímóti Viborg. Hetta var triði venjingardysturin í ár, og hetta var triðja ferðin, at AaB vann. Úrslitið var 2-0.
Gilli kom á vøllin í 71. minutti og spældi tískil síðstu tjúgu minuttirnar av 2. hálvleiki, og allan 3. hálvleik, um tað ber til at kalla tað soleiðis. AaB heimasíðan vil vera við, at føroyski spælarin ta einu ferðina varð feldur í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, og at tað var merkisvert, at dómarin ikki bríkslaði.
AaB ferðalagið er í kvøld komið suður á Algarve sunnarlaga í Portugal. Umframt at venja tvær ferðir hvønn dag, skal AaB spæla tveir dystir. Annar er ímóti C. F. Belenenses, og hin er ímóti næstbesta liðnum hjá stórfelagnum Benfica.
Leygardagin 15. februar verður síðsti venjingardysturin, áðrenn fyrsti landskappingardysturin verður á skránni. Venjingardysturin verður á heimavølli ímóti IFK Gøteborg. Fyrsti landskappingardysturin verður sunnudagin 23. februar á útivølli ímóti Brøndby.