Gilli gestur í Fótbóltspanelinum

Rás2: Gilli Rólantsson Sørensen verður gestur í Fótbóltspenelinum. Hann hevur ein jólagávu til tín við

Fríggjadagin verður Fótbóltspanelið aftur á Rás2. Eins og seinast, so verður gesturin ein av okkara útisetum. Hesa ferð verður tað Gilli Rólantsson Sørensen, sum kemur á vitjan.

 

Fótbóltspanelið er á Rás2 hvønn friggjadag millum klokkan 16 og 17

 

Gilli spælir til dagligt við AaB í donsku Superliguni, og hevur í ár fingið sítt gjøgnumbrot á besta liðnum. Hóast hann enn er ungur, so hevur hann roynt eitt sindur av hvørjum.

 

Hann fór sum ungur til Aberdeen í Skotlandi at royna seg, men vendi aftur til barndómsfelagið TB. Umvegis eitt ár í B36 skifti hann so til AaB í donsku Superliguni.

 

Gilli Rólantsson Sørensen hevur eisin eina jólagávu við heim, sum tú kanst vinna. Nevniliga eina AaB troyggju. Fótbóltspanelið byrjar eftir tíðindini klokkan 16 – á Rás2.