Fyrr í dag boðaði Vejle BK frá, at Gilli Rólantsson og danska Superligafelagið skiljast. Hetta skal verða hent í sátt og semju, eftir at føroyski landsliðsspælarin ikki hevur fingið so nógva spælitíð í seinastuni. Sostatt er 31 ára gamli trongisvágsingurin sáttmálaleysur.
- Beint nú skal eg líka hava feriu í nakrar dagar, men eg venji í fullari ferð sjálvur. Føroyar er ein møguleiki, men tað verða nakrir dagar áðrenn eg taki nakra avgerð, sigur Gilli Rólantsson.
Gilli Rólantsson tók øll á bóli, tá hann í mars mánaði skifti til TB, men tað var allatíð við tí fyri eyga, at koma víðari aftur. Spurningurin er so um barndómsfelagið er ein møguleiki, tá TB nú spælir í næstbestu deildini.
Tað er hent fyrr, at TB hevur átt spælara á manslandsliðnum og spælt í næstbestu deildini. Tað var Óli Johannesen, sum spældi við TB í næstbestu deildini og var liðskipari á landsliðnum.
Hálvt ár í Vejle
Í summar skrivaði 31 ára gamla trongisvágsingurin ein eitt ára sáttmála við Vejle BK í donsku Superliguni. Felagið sigur, at partarni eru samdir um at enda samstarvið.
- Hetta hendir við støði í eini felagsstøðu millum partarnar. Manglandi spælitíð og skaðar hava gjørt, at tíðin hjá Gilla í Vejle tíverri ikki hevur verið sum partarnir høvdu ynskt. Við tanka um flytingarvindeygað í januar, so er tað best fyri báðar partar at steðga her, sigur ítróttarstjórin í Vejle, Marius Adrian Nicolae.
Ítróttarstjórin leggur afturat, at Gilli Rólantsson hevur verið ein góður liðfelagi hesa tíðina og atburðurin er sum hjá einum yrkisspælara.