Gilli fingið kappingarneyta

Hann sigur seg vilja spæla til vinstru har frammi - júst har, ið Gilli Rólantsson spælir.

Gilli Rólantsson hevur verið fastur fúsur hjá Brann alt hetta kappingarárið, men nú hevur Bergen-felagið gjørt sáttmála við ein hollendskan leikara, ið sigur seg vera til reiðar at bjóða av um eitt pláss har frammi.


Talan er um 25 ára gamla Ludcinio Marengo, sum kemur til úr hollendska felagnum ADO Den Haag. Hann hevur spælt 35 dystir fyri felagið, men varð í vetur útleigaður til Go Ahead Eagles, ið flutti niður í næstbestu deildina.


Ítróttarstjórin hjá Brann, Rune Soltvedt, sigur við heimasíðu felagsins, at Marengo hevur teir førleikar, sum teir ynskja at fáa lagt afturat í hópinum. Hann er kvikur og dámar væl at bjóða av.


Ludcinio Marengo, sum hevur fingið sáttála fram til juni 2019, sigur sjálvur við heimasíðuna, at honum dámar best at spæla í vinstru síðu í álopinum. Tað er júst har, sum Gilli Rólantsson spælir.


Marengo fær helst trupult við at taka plássið frá Gilla, sum í ár hevur verið ein av frægastu leikarunum hjá Brann, men aðrastaðni á vøllinum – serliga í høgru síðu – hevur venjarin skift nógv ímillum ymiskar leikarar.