Gilli á máltalvuni

Føroyski landsliðsleikarin kom í dag á máltalvuna, tá AaB spældi seg víðari í donsku steypakappingini

Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Sørensen, byrjaði í dag inni á besta liðnum hjá AaB, sum í donsku steypakappingini spældi móti Lystrup IF.

 

Tað gekk eisini sum eftir ánni hjá Gilla og liðfeløgunum. Teir vunnu sannførandi 4-0 sigur.

 

Gilli Sørensen markeraði seg eisini í dystinum á jaligan hátt. Hann skoraði nevniliga fyrsta málið í dystinum, tá hann aftaná 27 minuttum, legði AaB á odda 1-0.

Sambært Twitter síðuni hjá AaB var talan eisini um flott mál hjá Gilla Sørensen, sum hann skoraði uppá langskot.

 

Gilli Sørensen spældi allar 90 minuttirnar fyri AaB á høgra bakki.