Giljanes-fyritøkan veksur um flotan

Ferðavinnufyritøkan Á Giljanesi hjá Niels O. Joensen hevur júst keypt ein nýggjan Iveco-buss.

Ferðavinnufyritøkan Á Giljanesi hjá Niels O. Joensen hevur júst keypt ein nýggjan Iveco-buss, sum tekur 24 ferðandi og hevur stórt viðførisrúm. Setrini í nýggja bussinum eru ikki fleiri enn, at øll sita væl og hava gott beinpláss.

 

Upprunaliga er pláss fyri 29 ferðandi í Iveco-bussinum, men eigarin hevur valt at taka nøkur setur úr.

 

- Eg havi valt henda bussin, tí her er gott pláss til 24 ferðandi, eins og her er gott viðførispláss. Hetta er ein væl egnaður bussur í okkara konsepti og til tann flutning, sum hann er ætlaður til.

 

Umframt nýggja bussin, hevur ferðavinnufyritøkan Á Giljanesi frammanundan tríggjar aðrar bussar við plássi fyri umleið 50 ferðandi í hvørjum.

 

- Eg havi saknað ein buss til bólkar á 10-20 fólk. Tá bólkarnir eru á hesi støddini, føla tey ferðandi seg eisini betri í einum minni og hóskandi bussi enn í einum stórum bussi.

 

Niels O. Joensen sigur, at ferðafólk eru rættiliga bevíst um, at umstøðurnar eru góðar og tryggar.

 

Hann sigur, at tá eitt nú ferðamannaskip koma á Havnina, kemur ferðaleiðari í bussin og kekkar, um alt er í lagi.

 

- Hugt verður eftir, um bussurin er reinur, um eldsløkkjari er, um bussurin er sýnaður, og onkuntíð verður biðið um skrásetingar-og viðlíkahaldsskjal, sigur Niels O. Joensen.