Øgiligt ummæli av SIC

Fløgan »Fighters They Bleed«, sum føroyski tungmálmsbólkurin SIC gav út í summar, hevur fingið einastandandi góð ummæli á tónleikaheimasíðuni The NewReview. »Fighters They Bleed« fær 4,5 av 5 møguligum, so tað fær valla verið betri enn tað sama.

 

Tónleikararnir verða allir sum ein róstir og fløgan hevur, sambært The NewReview, bara góð løg. Endaliga niðurstøðan hjá The NewReview er, at nýggjasta fløgan hjá SIC er bæði fyrilitarleys, hóttandi og garrvill.

»Fighters They Bleed is a ruthless, menacing and absolutely savage record from start to finish that grabs a hold of you and never lets go«, er metingin frá The NewReview. Les annars frálíka ummælið av »Fighters They Bleed« hjá SIC her

 

The NewReview er ein tónleika heimasíða, sum í høvuðsheitum viðger harðan rock- og metaltónleik og leggur seg eftir, at ummæla og skriva um nýggjar og ókendar bólkar, men eisini hevur fingurin á pulsinum hjá teimum tungu dreingjunum, sum hava fingið fótin fyri seg á altjóða tónleika tindunum.