Øgiligt lív í niðri í Vágsbotni beint nú

Stóra tiltakið hjá Miðlahúsinum er byrjað við tveimum av heitastu tónleikarunum í Føroyum í nýggjari tíð – og einum av okkara stuttligasta skemtara

 

 Stóra tiltakið, sum Miðlahúsið hevur skipað fyri hvørt ólavsøkukvøld í fleiri ár, er aftur nú í kvøld- og tað er akkurát byrjað. Og sum tað sæst á myndunum, eru tað túsundtals fólk, sum hava leitað sær oman í Vágsbotn at lurta.

 

Tað verður ein av okkara kendastu skemtarum, Hilmar Jan Hansen, sum fer at skemta og tónleikinum standa tvey av heitastu føroysku tónleikanøvnunum í nýggjari tíð – Marius Ziska og Danny & The Veetos, fyri.

 

Hetta er vorðið fastur partur av ólavsøkuhaldinum, har túsundtals fólk savnast til eina heldur óformliga og lætta løtu, áðrenn midnáttarsangurin bíðar á Vaglinum.

 

– Vit spæla bara kendar sangir, og fólk sleppa at spæla við, sigur Danny Baldursson, sangari í Danny & The Veetos. Marius Ziska spælir fyri fyrstu ferð til hetta tiltakið, og hann gleðir seg at spæla nakrar av sínum kendu sangum.

 

FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum. 

 

Niðanfyri eru nakrar myndir frá tiltakinum, sum akkurát er byrjað.