- Eg haldi sjálvur, at vit spæla ein góðan dyst, segði venjarin hjá B36 eftir dystin. Hann harmaðist tó almikið um fyrsta málið, Brøndby fekk. – Hatta var øgiliga keðiligt. Eitt innlegg snýtir okkum, og vit vita væl, at deyðbóltar eru teirra styrki, og tí er hatta øgiliga harmiligt. Men annars vardu vit rímiliga væl fyri tí, metti Heðin Askham, venjari hjá B36, sum undirstrikar, at skotið hjá Daniel Wass eftir hansara tykki ikki var eitt skot upp á mál.
Venjarin hjá B36 ynskir annars at rósa øllum sínum monnum.
– Og serliga ungu menninir, so sum Róaldur og Oddmar spæla ótrúliga væl. Men okkara spælarar eru klókir og skipaðir og vita hvat teir kunnu, segði Heðin Askham, venjari hjá B36.