Sterki miðvallarin á 1. kvinnuliði hjá , Vivian Bjartalíð, er øgiliga spent undan steypafinaluni ímóti HB Ólavsøkudag.
- Vit eru rættiliga uppsettar her norðuri, og vónandi kunnu vit hevna tapið frá seinastu Ólavsøku, sigur Vivian Bjartalíð við Sosialin undan finaluni.
Vivian vísir eisini á, at finalur altíð eru serligar, og hóast KÍ-kvinnurnar hava havt munin í landskappingini í ár, so taka KÍ-kvinnurnar onki fyri givið í steypafinaluni.
Vivian Bjartalíð hevur koykt sær fótin, og er tí eitt sindur ivasom undan finaluni, men sjálv sigur hon, at verður klár.
-Tað er ikki á hvørjum degi, at ein sleppur at leika steypafinalu, og tí ætli eg at gera alt fyri at gerast klár til dystin, sigur Vivian
Spurd um hvussu nógvar klaksvíkingar, KÍ-kvinnurnar kunnu vænta at síggja á ovara vølli Ólavsøkudag, sigur Vivian, at tað allarhelst vera einamest familjurnar hjá leikararnum og møguliga Ólavsøkugestir úr Klaksvík.