ÆVINTÝRARI
Patrick Reilly er frá Maine í USA. Hann er 32 ára gamal og seinastu fýra árini hevur hann siglt tvørtur um Atlantshavið fleiri ferðir í sínum 7,5 metra langa báti.
Tá eg hitti ævintýraran í báti hansara var mín fyrsti spurningur, um hann ikki hevði nakran motor umborð. Hann flennir, ristir við høvdinum og sigur við síni eyðkendu amrikansku úttalu: - Nei, eg sigli bara við seglum.
Patrick Reilly byrjaði ferð sína fyri smáum fýra árum síðani. Tá sigldi hann úr Maine, sum er beint sunnan fyri Newfoundland til Caribien, har hann síðani arbeiddi hálvtannað ár. - Áðrenn hevði eg arbeitt við bátar og siglt í nógv ár, og tað var eisini tað, eg gjørdi í Caribien, fortelur vælvaksni og dámligi amerikumaðurin. Tá vit spyrja nærri til hvat hann sigldi í Caribien, sigur Patrick Reilly, at tað oftani vóru ríkfólk, sum vildu hava hann at sigla yacht sína fyri seg, men at hann eisini sigldi styttri túrar og vísti fólki runt.
Miðamerika Evropa tur/retur
Úr Carribien gekk leiðin eystur um hav til Azorurnar. - Eg hevði upprunaliga ætlað mær til Frankaríki á ein bátafestival. Men staddur miðskeiðis í Atlantshavinum mátti eg ásanna, at eg neyvan fór at koma til Frankaríki til tíðina, og so legði eg leiðina um og setti kós móti Azorunum, greiðir Patrick Reilly frá.
Túrurin eystur um hav tók honum ein lítlan mánað, og tað er rættiliga skjótt, havandi í huga hvussu langt tað er í millum heimspartarnar báðar.
Úr Azorunum gekk leiðin til Írlands og tók tann túrurin eina viku.
Komin til Írlands legði Patrick Reilly lítla bátin hjá sær fyri veturin, og fór hann at ferðast til Kroatia. Har møtti hann einum ríkum pari, sum átti ein flottan bát fyri nógvar milliónur krónur.
- Tey ætlaðu sær til Caribien og tá tey frættu, at eg longu hevði siglt túrurin tvørtur um Atlantshavið einaferð, spurdu tey meg, um eg ikki kundi føra tey og bátin vestur um til Caribien, greiðir Patrick Reilly frá. Hann tók av tilboðnum og sum hann sjálvur sigur, so var tað ikki tað sama at sigla tvørtur um Atlantshavið í einum báti, sum ikki er meiri enn 23 føtur, og so einum marglætisbáti fyri fleiri milliónir.
- Ja, hetta var annað lív enn at sigla mín lítla bát, og so fekk eg løn fyri tað eisini. Tað var herligt, flennir Patrick, sum hevur bátin og havið sum sítt arbeiðspláss, samstundis sum tað eisini eru støðini, har, hann brúkar sína frítíð.
Í Caribien arbeiddi hann aftur í eina tíð og seinni var hann aftur og vitjaði heima í Maine, áðrenn hann fleyg aftur til Írlands og til Grace, sum bátur hansara eitur.
- Mær dámar ógvuliga væl at ferðast til støð, har eg ikki havi verið áður, sigur Patrick. Úr Íslandi gekk leiðin til Føroya og síðani mikudagin í farnu viku, hevur Patrick Reilly verið her á klettunum.
Fáa illa vent okkum
Tá Patrick bjóðar okkum umborð á bát sín seinnapartin í gjár, týsdagin, takka vit sjálvandi fyri og stíga umborð. Framman undan hevði Patrick fortalt, at báturin var 23 føtur langur, men nú vit standa umborð tykist báturin lítið størri og lítið tryggari enn nakar tunnuflaki, sum mann onkuntíð hevur bygt.
- Hygg, kom niður undir, sigur Patrick, og hoppar niður gjøgnum lítla leytaran. Myndamaðurin fer í hølunum á honum, og eg ætli mær at leypa aftaná. Men so er tað at eg má ásanna, at um eg eisini hoppi niður í lugari, so er tað bæði sikkurt og vist, at vit sita rimmar fastir allir sum ein og neyvan sleppa leysir aftur í bræði. So lítið sá lugari út til at vera.
Altíð siglt
Niðri úr lugarinum fortelur Patrick, at hann hevur siglt alt tað hann minnist. Heima í Maine hava tey altíð átt bátar og hava siglt, so tað er higani at stóri áhugin fyri sjólívinum stavar.
Ofta verður sagt um fólk, sum dáma stórar bilar og nógva ferð, at tey hava bensin í blóðinum. Hetta sigi eg við Patrick og spyrji hann, um hann hevur sjógv í blóðinum.
Flennandi svarar hann, at tað torir hann ikki at avnokta, og fer so undir at greiða frá, hvussu tað er at liggja púra einsamallur mitt á Atlantshavinum.
- Tað er ein heilt fantastisk kensla tú hevur, tá tú liggur mitt á stóra havinum. Rundan um teg er bara sjógvur, og tú ert fullkomiliga einsamallur og í friði.
- Men tá aldurnar eru stórar og veðrið leikar í, er tað viðhvørt, at eg kenni meg ógvuliga lítlan. Samstundis kennir tú teg eisini øgiliga valdsmiklan, tí at tú í tínum lítla báti flýtur oman á hesum ógvusligu aldunum, og ger av kósina hjá hesum lítla bátinum, sigur Patrick Reilly og trampar niður á dúrki, fyri at vísa okkum, at hesin báturin hevur verið ígjøgnum eitt sindur á hvørjum.
Nú Patrick er í Føroyum hevur hann ferðast eitt sindur kring oyggjarnar í bátinum. Hann hevur enn ikki endaliga avgjørt nær hann fer víðari til Skotlands, men ætlar hann sær at steðga nakrar dagar aftrat.
- Veðrið hevur alt siga nær eg fari, men nú havi eg so leigað mær ein bil í nakrar dagar, og ætli mær koyra ein túr í landinum, áðrenn eg fari avstað aftur, sigur ævintýrarin úr USA, sum ein av komandi døgunum vendir stevnið út úr Vágsbotnið við kós ímóti Skotlandi.