- Øgiliga beiskt tap

Stríðsmaðurin á miðvøllinum var alt annað enn nøgdur við tepran ósigur fyri skotum í kvøld.

? Vit hava líka nógvar kjansir og teir, um ikki fleiri, men hjá okkum var tað stong út, meðan tað hjá teimum fór inn. Tí er tað eg sigi, at tað eru ymsir mátar at tapa uppá, og í dag tapa vit ikki tí vit eru verri, men tí vit eru óhepnir, heldur Mikkal Thomassen.

Hann heldur somuleiðis, at ein av orsøkunum til, at føroyingarnir ikki reiðiliga koma fyri seg fyrr enn í seinna hálvleiki er, at dysturin leygardagin móti Italia framvegis sat í beinunum.

? Fyrra hálvleik kundu vit víst meiri, men seinna hálvleik eri eg meiri enn væl nøgdur við, so eitt tap sum hetta er ógvuliga beiskt, staðfestir Mikkjal Thomassen.