Giktafelagið ger eitt týdningarmikið arbeiði

Landsstýriskvinnan í heilsumálum heiðraði Giktafelagið fyri týdningarmikla arbeiðið, sum felagið ger fyri limirnar og fyri samfelagið sum heild.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, var boðin at seta alment tiltak hjá Giktafelag Føroyar.

 

Tiltakið, sum var leygardagin í farnu viku í Lívdini í Hoyvík, varð hildið í sambandi við, at felagið fylti 75 ár fyrr í ár.

 

Í røðuni kom landsstýriskvinnan inn á, at viðgerð fyri giktsjúku er ment nógv gjøgnum árini, og at útlitini fyri framtíðina eru góð.

 

Landsstýriskvinnan heiðraði eisini Giktafelagið fyri týdningarmikla arbeiðið, sum felagið ger fyri limirnar og fyri samfelagið sum heild.

 

Øll røðan, sum Margit Stórá helt í samband við høvið, kann lesast um heimasíðuna hjá heilsumálaráðnum - www.hmr.fo