Landsgrannskoðarin er sera atfinningarsamur móti fyrrverandi stjóranum og varastjóranum í Gigni í sínum viðmerkingum til roknskapin hjá stovninum.
Miðlahúsið hevur fingið innlit í viðmerkingarnar hjá Landsgrannskoðaranum. Yvir fimm síður vísir Landsgrannskoðarin á mong viðurskifti við fíggjarstýring stovnins, sum Landsgrannskoðarin ikki metir eru nøktandi.
Landsgrannskoðarin vísir á ivasom viðurskifti bæði í samband við starvssetanir, lønarsáttmálar, útreiðslur til virksemi stovnsins og útreiðslur til stjóran og varastjóran.
Síðani 2009 eru lønarútreiðslurnar hjá Gigni vaksnar við 1,5 milliónum krónum, men tá Landsgrannskoðarin eftirkannar nøkur tilvildarliga vald lønarmál, sæst, at í fleiri førum manglaðu skjalprógv fyri útbúgving og eftirútbúgving, lýsingar, umsóknir og annað.
- Tað bar ikki til at siga, um lønirnar vóru rættar, tí lønarmálini vóru ikki nóg væl skjalfest, skrivar Landsgrannskoðarin.
Landsgrannskoðarin hevur tí heitt á stovnin um at dagføra øll lønarmálini, millum annað fyri at tryggja, at starvsfólkini hava lógarkravdu førleikarnar at røkja størvini sum m.a. heilsufrøðingar.
Landsgrannskoðanin vísir eisini á, at Gigni ikki hevur fylt setanarpolitikki landsins. Størv sum bókhaldari, KT grafiskur ráðgevi og reingerðarfólk vóru ongantíð lýst leys og lønarviðurskiftini hjá ráðgevanum vóru ikki í tráð við galdandi reglur á arbeiðsmarknaðinum.
- Gigni hevur ikki fylgt lógarásettu reglunum um setanarviðurskifti, og samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin, at óskrivaði setanarpolitikkurin hjá Gigni er ikki í samsvari við setanarpolitikk landsins, sum ásetir, at øll almenn størv eiga at verða lýst leys, skrivar Landsgrannskoðanin í viðmerkingum sínum.
Gigni er fyribils lagt undir Heilsutrygd, síðani stjórin segði seg úr starvi í vár. Enn er ikki avgerð tikin um, hvørt søkjast skal eftir nýggjum stjóra ella um Gigni skal vera verandi undir Heilsutrygd.