- Føstulávint er fyri framman, og vanligt er tá eins og við onnur høvi, at børn ofta verða smurd vid smyrsli og andlitsmáling. Tað er sera týdningarmikið sum vaksin at vera árvakin og ansa eftir, hvat børnini verða smurd við.
Tað sigur Gigni, sum veitir heilsufrøði til børn og ung og vísir til góð ráð frá Umhvørvisstovuni um smyrsl og andlitsmáling.
- Keyp andlitsmáling, sum er CE-merkt, tí CE-merkið er trygd frá framleiðaranum fyri, at vøran livir upp til heilsu- og trygdarkrøv, sum eru galdandi fyri leiku.
Dentur verður lagdur á, at fólk ongantíð eiga at keypa andlitsmáling, har eingin nýtsluvegleiðing fylgir við.
- Brúka ikki smyrsl við anga, tí angi er ikki neyðugur og kann elva til ovurviðkvæmi. Tá angi er í eini vøru, stendur ofta “parfuma” ella “aroma” á vørulýsingini.
Mælt verður til at smyrja vætukrem á andlitið, áðrenn andlitsmálingin verður løgd á, og mælt verður eisini til at vaska andlitsmálingina væl og virðiliga burtur aftur eftir brúk.
- Brúka vatn og sápu til at taka burtur vatngrundað smyrsl og reinsikrem til at taka burtur feittgrundað smyrsl, sigur Gigni, sum eisini vísir til heimasíðuna hjá Umhvørvisstovuni.
Lagt verður aftrat, at børn og vaksin hvønn dag eru útsett fyri ymiskum kemiskum evnum í gerandislívinum.
- Tískil er tað altíð gott - og ikki bert í samband við føstulávint - at hava eitt vakið eyga og seta seg inn í, hvørji evni ein eigur at ansa sær fyri, tá talan er um børn, sigur Gigni.