Giggs vil verða landsliðsvenjari

Mest vinnandi fótbóltsspælarin í bretskum fótbólti, Ryan Giggs, er hugaður at gera landsliðsvenjari í Wales, tá ið hann gevst at spæla fótbólt. Giggs fyllir 36 ár í november, so yrkisleiðin sum spælari syngur síðsta vers. – Tá tú hevur spælt á landsliðnum og gevst at spæla, so er landsliðsvenjarastarvið tað størsta, sum tú kannst uppnáa, sigur Ryan Giggs. Hann sigur, at børn og ung í Wales eiga í størri mun at velja fótbólt heldur enn rugby sum ítróttargrein.