Giggs, sum spældi sín fyrsta dyst fyri reyðu devlarnar á heysti í 1991 er soleiðis til reiðar at fara undir sítt 21. kappingárár fyri felagið.
Ryan Giggs byrjaði annars fótbóltsleiðina á fótbóltsskúlanum hjá Manchester City, men Alex Ferguson og hansara menn fingu unga mannin yvir til reyða liðið í býnum, og har hevur hann verið síðani. Enntá við sama venjara øll árini.
- Giggs hevur verið fantastiskur. Í løtuni spælir hann nakað av tí besta, sum hann nakran tíð hevur spælt. Og dugi væl at ímynda mær, at hann spælir tvey ár afturat, segði Alex Ferguson við enskar miðlar, tá partarnir í dag skrivaðu undir nýggja sáttmálan.