Giggs tangerar Charlton

Við 18 steypum er Ryan Giggs tann spælarin í søguni hjá Manchester United, sum hevur vunnið flestu stóru sigrarnar. Á ævislistanum yvir flest spældar dystir hevur Bobby Charlton tó átt sín oddasess seinastu mongu árini, men eisini hendan oddasessin er Giggs nú við at taka. Kemur Ryan Giggs á vøllinum í teimum báðum seinastu Premier League-dystunum og í Champions League-finaluni, røkkur hann nevnliga 759 dystum, og hetta er sama tal, sum Charlton spældi á sinni. Og við einum sáttmála, sum eisini fevnir um komandi kappingarár, eru øll útlit fyri, at Giggs eisini her verður nýggjur metmaður í felagnum