Fótbóltur
Tá grannauppgerð var í Manchester leygardagin, fór walisiski Ryan Giggs um ein ein marknastein á fótbóltsleið síni. Talan var nevnliga um dyst nummar 688 hjá Giggs fyri reyðu devlarnar, og tað er tað næst mesta, sum nakar spælari hevur spælt á Old Trafford. Sama tal rakk Bill Foulkes, og nú er tað bara Sir Bobby Charlton, sum stendur ovarligari á listanum. Charlton spældi 759 ferðir fyri Manchester United.
Men stendur tað til venjara felagsins seinastu 20 árini, Sir Alex Ferguson, so fer Giggs eisini at taka hetta metið.
- Tað er avgjørt ein veruligur møguleiki fyri, at Ryan eisini fer at taka metið hjá Charlton. Kanska noyðist hann at broyta spælið nakað, soleiðis at hann fer longur inn á vøllin at spæla. Seinastu 15 árini hevur hann runnið oman og niðan eftir síðulinjuni, og bara tað er í sjálvum sær ótrúligt. Eg haldi so ikki, at eg havi sæð nakran spælara, sum støðugt hevur nýtt so nógva oku í Premier League, sigur Ferguson.
Og enn tykist eingin vandi fyri, at kviki walisin skal missa sítt pláss á liðnum.
- Hann hevur jú framvegis evnini at hava avgerandi ávirkan á dystirnar. Sum so nógvir spælarar av sínumk slag, so kann hann ikki renna og dribla alla tíðina. Men tá hann er í rætta lagnum, er Ryan knúsandi fyri mótstøðuna.